5 > FRØÐI 2/2017 FRØÐI 2/2017 > 4 BISKUPSSETRIÐ Í KIRKJUBØ OG SIÐASKIFTIÐ BISKUPSSETRIÐ Í KIRKJUBØ OG SIÐASKIFTIÐ BISKUPSSETRIÐ Í KIRKJUBØ OG SIÐASKIFTIÐ – eitt fornfrøðiligt íkast til Luther-árið í Føroyum Símun V. Arge Fornfrøðiligur ráðgevi og granskari Tjóðsavnið svarge@savn.fo Natascha Mehler PhD Verkætlanarleiðari Deutsches Schiffahrtsmuseum Leibniz-Institut für deutsche Schifffahrtsgeschichte Bremerhaven natascha.mehler@web.de mehler@dsm.museum Í 1557 var trúbótin í Føroyum komin at enda. Biskupssetur Føroya varð niðurlagt, og stóru ognir tess hevði danakongur, Kristian 3., lagt undir seg. Hetta var úrslitið av eini tilgongd, ið byrjaði í tíðarskeiðinum 1538-40, tá ið Ámundur Ólavsson, hin seinasti katólski biskupurin, eins og allir teir katólsku prestarnir, ið ikki vildu taka við nýggju læruni, vórðu avsagdir. Tá ið Ámundur í 1532 varð kosin biskupur, var tað kongur, ið góðkendi hetta val, og ikki erkibiskupurin í Tróndheimi og pávin í Rom, sum annars hevði verið siðvenja, hóast hetta eitt skiftið í hámiðøldini var Bjørgvinarbiskupur. 1. apríl 1540 varð danin, Jens Gregersøn Riber, settur sum hin fyrsti lutherski biskupur Føroya – ella superintendentur, sum embætið nevndist. Stutt eftir, at Riber varð settur biskupur í Føroyum, hevði kongur lagt tveir triðingar av kirkjugóðsinum undir seg. Og neyvan gingu nógv ár, fyrr enn hann hevur lagt alt kirkjugóðsið og prestagarðarnar undir seg. Nú fíggjarliga grundar- lagið undir biskupssetrinum tók at syndrast, fór kongsvaldið at vaksa, og við tí fekk fútin størri ræði í oyggjunum. Sagt hevur verið, at Jens Riber hevði trupulleikar av sjórænarum og at hann tessvegna rýmdi av landinum nakað fyri, at hann í 1557 varð kosin biskupur í Stavanger. Líkt er tó til, at Riber hevði aðrar trupulleikar at dragast við í Føroyum, og at hetta bert er ein partur av søguni. Hetta árið varð biskupssetrið í Kirkjubø niðurlagt, og Føroyar gjørdust próstadømi undir Bjørgvin biskupi. Í 1619 varð hetta broytt, og komu Føroyar at liggja undir Sælands og Keypmannahavnar biskupi. Sama árið varð handilin lagdur undir Det islandske Kompagni við sæti í Keypmannahavn. Hetta var sostatt eitt serligt ár í føroyskari søgu við tað at aldagomlu bondini, Føroyar høvdu havt við Bergen, høvuðs- staðin í gamla móðurlandinum, bæði fíggjarliga og andaliga, nú vórðu slitin. Umstøðurnar á biskups- garðinum í Kirkjubø Hvussu viðurskiftini og gerandisdagurin hava verið á biskupsgarðinum í 16. øld og hvussu har man hava sæð út um tað mundið, vita vit ógvuliga lítið um. Í 1673 gav suðurstreymoyarpresturin Lucas Jacobssøn Debes (1623-1675) út bókaverkið Færoæ & Færoa Reserata. Hetta hendi bert góð hundrað ár eftir, at biskupssetrið varð niðurlagt. Tá Lucas Debes umrøðir Kirkjubø, sigur hann soleiðis um støðuna har í bygdini: „ ... hvor fordum hafve været mange store Steen=Huse bygde / som nu ere ødelagde / oc staar nu igien ickun et Steen=Huus / med en stor Blocke=Stifve / effter gammel Maneer bygde.“ Sambært hesi lýsing, ið Lucas Debes man hava frá frásagnum, ið tá valdaðu, høvdu tað áður verið fleiri grótbygningar á biskupssetrinum. Nú stendur bert ein grótbygningur eftir við eini stokkastovu, bygdari sambært gamlari siðvenju. Einki er at ivast í, at tað, Lucas Debes her umrøðir, eru bóndahúsini, sum standa á múraðum kjallaraveggjum. Hann nevnir einki um aðrar bygningar ella leivdir eftir bygningum uttan Múrin, ið hann umrøðir sum ófullfíggjaðan, heldur nýggjan bygning, sum tað hevði borið til at gjørt lidnan, um vilji var til tess. Fornfrøðiliga hevur enn ikki borið til at sagt so nógv um viðurskifti sum hesi, eitt nú hvørjir bygn- ingar umframt biskupssgarðin sjálvan og nevndu kirkjutoftir biskupssetrið hevur fevnt um í Kirkju- bø. Fornfrøðiligar rannsóknir hava tó víst, at har stóðu fleiri timburbygningar í miðøldini, eitt nú niðri á Dunga beint vestan fyri sóknarkirkjuna. Harumframt eru mangir ymiskir tilhøgdir steinar í ymiskum støddum, so sum dura- og vindeyga- karmar og sprossar, gjøgnum árini savnaðir upp úr moldini á garðinum. Í dag eru teir savnaðir í einum savni fyri seg. Hesir steinar eru sera áhugaverdir, tí teir geva ábendingar um, at talan má hava verið um aðrar bygningar úr gróti á staðnum enn kirkjur- nar, hvørjum bygningum hesir so munnu stava frá. Sambært fornfrøðiligu rannsóknunum í fimmti- árunum ber tó til at ímynda okkum, hvussu bis- kupsgarðurin í miðøldini yvirskipað hevur sæð út. Biskupsgarðurin var eitt umleið 2500 fermetrar stórt anlegg, ið fevndi um fleiri bygningar av ymiskum slagi – bæði timburbygningar og grót- bygningar. Miðdepilin vóru tó tvær javnfjarðar lonir – eystur- og vesturlonin – við steinsettum túni ímillum. Áhugavert er, at rannsóknirnar staðfestu, at eysturlonin, t.e. múraðu kjallararnir, sum bónda- húsini standa á í dag, hevur verið ein stásiligur grótbygningur helst í tveimum hæddum, eins og vit kenna teir á øðrum biskups- og stórmanna- gørðum í grannalondum okkara fyri eystan og sunnan. Í stóra verki sínum Norriges Oc Omliggende Øers sandfærdige Beskriffuelse, sum varð skrivað í 1614 men útgivið í 1632, skrivar norðmaðurin, hin guðfrøðilærdi Peder Claussøn Friis (1545- 1614), at Kirkjubøur: „... er som en liden Kiøbstad“. Einki er at ivast í, at Kirkjubøur hevur skilt seg út frá hinum bygdunum í Føroyum hesi tíðarskeið. Karmarnir um gerandisdagin á biskupsgarðinum hava sostatt verið nakað heilt fyri seg í føroyska miðaldarsamfelagnum. Soleiðis man støðan helst hava verið, tá ið bis- kupssetrið var í hæddini. Hinvegin er ymist, ið kundi bent á, at so var ikki um trúbótarmundið. Tí í brævi dagfest 16. oktober 1551 gevur kongur Jens Riber, superintendenti, loyvi til at hava skip – „ ... en skude på 12 eller 14 læster ... “ til at føra timbur úr Bergen at umvæla bæði bústað og kirkju við. Um hesar umvælingar vórðu framdar í verki, vita vit tó ikki. Men líkt kundi verið til, at støðan um hetta mundið ikki var heilt so góð. Áhugavert er eisini at leggja til merkis, at nú er talan um eina kirkju. Nú tykjast bæði Mynd 1. Fornfrøðiligar rannsóknir í lendinum norðan fyri Múrin í Kirkjubø summarið 1953. Mynd: T.E. Christiansen Mynd 2a. Kakkulovnur í nýtslu. Mynd: shutterstock